Obama kennir seg tryggan

Barack Obama kennir seg tryggan við verjuni hjá Secret Service

Ætlanin hjá tveimum ungum nýnazistum at beina fyri Barrack Obama fær ikki tað demokratiska forsetavalevnið at broyta valstríðið. Tvørturímóti ætlar hann sær at halda fram við valstríðnum sum ætlað.

Í gjár vildi Barrack Obama ikki gera nakrar viðmerkingar til, at løgreglan hevði avdúkað drápsætlanirnar, men aftan á ein veljarafund í býnum Pittaburgh í nátt eydnaðist tað einum tíðindamanni hjá sjónvarpinum KDKA at spyrja Obama, um hann kendi seg ótryggan.

-Eg havi tey bestu trygdarfólkini í heiminum. Secret Service, svaraði Barrack Obama og legði afturat:

-Hetta er ikki tað, sum Amerika stendur fyri. Tað er ikki hetta, sum er okkara framtíð.