Nú ljóðar, at amerikanski forsetin, Barack Obama, umhugsar at fara á olympisku ráðstevnuna, sum verður í Keypmannahavn fyrst í oktober. Fyri nøkrum døgum síðani segði forsetin, at hann hevði gjørt av at senda konu sína, Michelle, til Keypmannahavnar á IOC-ráðstevnuna. Ráðstevnan skal millum annað skal taka støðu til, um heimbýurin hjá forsetahjúnunum, Chicago, skal fáa teir olympisku summarleikirnar í 2016.
Men nú skriva amerikanskir fjølmiðlar, at ein sendinevnd er farin til Danmarkar at gera neyðugar fyrireikingar, um tað skuldi hent, at forsetin sjálvur fer á IOC-ráðstevnuna.
2. oktober fer olympiska nevndin at gera av, hvat teir olympisku summarleikirnir í 2016 verða. Býirnir, sum hava søkt um at hýsa leikunum, eru Tokyo, Rio de Janeiro, Madrid og Chicago.