Verða tað Barrack Obama og John McCain, sum skulu dystast um Hvítu Húsini, so vinnur Obama Fer amerikanska forsetavalið í heyst at standa millum John McCain og Barrack Obama, verður tað tann seinni, sum vinnur.
Verður tað harafturímóti Hillary Clinton, sum skal kappast við John McCain, so verður tað hann, sum vinnur.
Tað vísir ein kanning, sum Zogby hevur gjørt fyri Reuters.
Kanningin sigur, at Barrack Obama hevði vunnið á John McCain við sjey prosentstigum. Hinvegin hevði McCain vunnið á Hillary Clinton við 12 prosentstigum.
Eygleiðarar siga, at kanningin kemur Barrack Obama væl við undan teimum týdningarmiklu uppstillingarvalunum í Texas og Ohio tann 4. mars.