Obama innsettur seinnapartin

Roknað verður við, at umleið 800.000 fólk fara í miðbýin í Washington at fylgja við, tá Barack Obama, forseti, fer at svørja embætiseiðin uttan fyri Kongressina seinnapartin.

Forsetin leggur hondina á eina bíbliu hjá fyrrverandi forsetanum Abraham Lincoln og eina hjá mannarættindastríðsmanninum Martin Luther King. Dagurin í dag, 21. januar, er halgaður honum. Síðani svør hann eiðin, sum staðfestir, at hann fer undir eitt fýra ára skeið afturat.

Aftaná skal Obama halda røðu, og eygleiðarar gita óført, hvat hann fer at tosa um. Tað er vanligt, at amerikanskir forsetar, sum verða afturvaldir, legja størri dent á uttanríkispolitisk mál í tí seinna valskeiðnum, og eyglriðarar vænta, at tað fer Obama eisini at gera.

Hann sleppur tó ikki undan at nema við búskaparstøðuna, og eygleiðarar vænta, at hann fer at leggja stóran dent á, hvussu umráðandi tað er, at amerikanska fólkið stendur saman ímóti avbjóðingunum.

Fleiri kend listarfólk eru við í innsetararhátíðarhaldinum í dag. Eitt nú skal sanglerkurin Beyonce syngja tjóðsangin.