Obama ikki hugtikin av Cameron

Barrack Obama hevði lítið gott at bera konservativa floksformanninum í Bretlandi, David Cameron, eftir at teir báðir høvdu havt ein stuttan fund í summar, tá Obama var á vitjan í London. Í blaðnum New Statesman stendur at lesa, at Obama var ikki serliga hugtikin av bretska floksformanninum, men at hann tvørturímóti umrøddi Cameron sum ein "politiskan lættvektara", sum blaðið skrivar.

Millum annað skal Cameron hava havt eina heilt aðra uppfatan av ES enn Obama, sum 48 tímar frammanundan hevði hildið røðu á Brandenburger Tor í Berlin, har hann hevði lagt dent á týdningin av samstarvi millum Evropa og USA. At Cameron tók undir við innrásini í Irak bøtti ikki um umdømi hansara í hugaheimi Obama, skrivar New Statesman.

Bretsk bløð siga, at lýsingin í New Statesman samsvarar ikki við tað, sum Philip H. Gordon, ráðgevi hjá Barrack Obama, hevur sagt um fundin millum tann komandi forsetan og Davbid Cameron. Sambært ráðgevanum vóru teir ikki so ósamdir, sum greinin í New Statesman vil vera við.