Obama hittir Dalai Lama

Hóast mótmæli úr Kina hevur amerikanski forsetin, Barack Onama, gjørt av at hitta andaliga leiðaran úr Tibet, Dalai Lama, seinni í dag. Dalai Lama hevur verið í Washington í 11 dagar og fer haðani í kvøld.

Obama hitti eisini Dalai Lama í februar í fjør, og eins og tá ætlar forsetin ikki at gera so nógv burtur úr fundinum í dag. Tí verður fundurin ikki í Ovala Rúminum, har forsetin vanliga hittir ríkisleiðarar, men í einum øðrum rúmi í Hvítu Húsunum, og tíðindafólk sleppa ikki inn.

Dalai Lama, sum er væl umtóktur í USA, sigur, at hann viðurkennir tað kinesiska stýrið, og at hann á friðarligan hátt roynir at tryggja rættindini hjá fólkinum í Tibet. Men kinesiska leiðslan uppfatar hann sum ein, ið roynir at elva til spjaðing, og Kina mótmælti, tá Dalai Lama slepp til USA at vitja. Kina hevur eisini mótmælt, at Obama fer at tosa við tibetanska leiðaran í dag. Uttanríkisráðið í Beijing sigur, at Obama eigur at sleppa ætlanini heldur enn at leggja seg út í innanhýsis viðurskifti í Kina.