Obama hitti Putin

Amerikanski forsetin hitti í dag russiska forsætisráðharran, og teir vóru eftir øllum at døma fegnir um úrslitið Aftan á fundin, sum vardi tveir tímar, segði Vladimir Putin, at fundurin hevði verið innihaldsríkur, kunnandi og merktur av samstarvsvilja. Hann segði, at teir høvdu tosað um evni, sum hava verið frammi fyrr, og at semja var um fleiri mál.

Barack Obama var samdur við Putin um, at fundurin hevði verið góður, og hann staðfesti, at Putin hevði somu støðu til tey einstøku málini sum Dmitrij Medvedev, forseti, sum Obama hitti í gjár.

Fyrr í dag helt Obama røðu á einum lærustovni í Moskva. Har segði hann, at USA vil hava eitt sterkt og friðarligt Russland í menning.