Obama hevur vunnið

Undan stóra týsdegnum í aðru viku er tað nú púra opið millum Hillary Clinton og Barack Obama í stríðnum um at gerast forsetavalevni hjá demokratunum Barack Obama hevur vunnið trivaligan sigur á demokratiska undanvalinum í South Carolina.

Sambært CNN hevur Obama fingið 54 prosent, Hillary 27 prosent, og John Edwards fær 19 prosent av atkvøðunum.

Obama varð roknaður at vera favorittur í South Carolina, har meiri enn helmingurin av teimum, sum atkvøddu, vóru afro amerikanarar.

Eftir valið í South Carolina verður kappingin millum Barack Obama og Hillary Clinton mett at vera ógvuliga tøtt. Um Obama ikki hevði havt vunnið í South Carolina, so varð hann ikki mettur at hava stórvegis møguleikar.

Hóast úrslitini higartil hava verið soltin, so hevur triðja demokratiska valevnið, John Edwards, ikki lagt kongin. Hann er føddur í South Carolina, og tí var úrslitið stórt vónbrot fyri hann.

John Edwards sigst ætla at bíða so mikið leingi, at hann við at taka ímillum Hillary og Obama kann vera við til at gera av, hvør av teimum skal gerast forsetavalevni.

Í USA verður við spenningi litið fram ímóti týsdegnum 5. februar. Super Tuesday ella Tsunami Tuesday verður dagurin nevndur.

Tá fer rættuliga góð ábending at fáast um, hvørji forsetavalevnini hjá bæði republikanska og demokratiska flokkinum fara at verða.

Henda dagin fara veljararnir í 22 statum at atkvøða um, hvør skal verða forsetavalevni.

Í South Carolina varð Obama stuðlaður av 80 prosentum av svørtu veljarunum og 20 prosent av teimum hvítu.

Tað var bara millum tey yvir 65 ár, at fleiri atkvøddu fyri Hillary enn fyri Obama.