Obama hevur ávarað Khamenei

Amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur í loyndum ávarað tann ovasta leiðaran í iranska prestastýrinum, Ali Khamenei, um, at USA fer at svara við vápnamegi, um Iran ger álvara av hóttanini um at steingja Hoemuz-sundið. Tað skrivar New York Times.

Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, er í Suðurafrika í hesum døgum.

Keldur í stjórnarumsitingini í Washington siga fyri New York Times, at iranska leiðslan hevur fingið at vita, at steðga iranar skipaferðsluni í Hormuz-sundinum, fara teir yvir um eitt mark, sum noyðir USA at svara við hermegi.

Amerikanski verjumálaráðharrin, Leon Panetta, segði fyrr í vikuni, at iranar sleppa ikki at forða skipaferðsluni í Hormuz-sundinum.

-Vit fara at forða teimum at gera tað, segði verjumálaráðharrin.