Barrack Obama heldur tørn í valstríðnum upp undir forsetavalið týsdagin. Sambært teirri seinastu meiningakanningini, sum Reuters og Zogby hava latið gera, hevði Obama fingið 50 prosent av atkvøðunum og John McCain 43 prosent, um valið var nú.
Hetta er sama úrslit, sum ein tilsvarandi kanning í gjár vísti.
Tøl hjá Nielsen Media Research vísa, at 33,6 milliónir amerikanarar sóu reklamusendingina, sum bleiv send á teimum trimum sjónvarpsstøðunum CBS, NBC og Fox gjáranáttina. Sendingin vardi ein hálvan tíma og kostaði Obama einar 25 milliónir krónur.
Í gjárkvøldið var Obama aftur á skíggjanum, hesaferð í sendingini "The Daily Show" hjá Jon Stewart. 3,6 milliónir amerikanarar fylgdu við sendingini, og so nógvar hyggjarar hevur sendingin ikki havtr fyrr, skrivar AP. Gamla metið var 2,9 milliónir hyggjarar, og tað bleiv sett, tá kona Obama, Michelle, var gestur hjá Jon Stewart.










