Amerikonsku myndugleikarnir høvdu nóg góðan kunnleika og upplýsingar til at forða nigeriska manninum umborð á eitt flogfar við spreingievni jóladag, men kortini sveik eftirlitið. Tað segði Barack Obama, forseti, á tíðindafundi í gjárkvøldið, eftir at hann hevði havt fund við sínar trygdarráðgevar.
Hann segði, at málið avdúkar ein sera álvarssaman veikleika í amerikonsku skipanini, og at nú skal kannast, hvussu hetta kundi henda.
Forsetin legði afturat, at hann hevur kravt, at neyðugir batar verða settir í verk alt fyri eitt, so slíkt má og skal ikki henda aftur, segði hann.










