Obama hartar Carter

Barrack Obama heldur lítið um, at fyrrverandi forsetin Jimmy Carter skal hitta umboð fyri Hamas Jimmy Carter, sum er á friðarferð í Miðeystri, skal hitta umboð fyri Hamas í dag og í morgin. Tað hóvar ikki amerikonsku stjórnini, og í gjárkvøldið segði Barrack Obama, at hann tekur heldur ikki undir við fundarferðini hjá floksfelaganum.

-Vit kunnu ikki tingast við nakran, sum hevur sum eitt av sínum málum at oyðileggja Ísrael, segði Barack Obama á einum fundi við jødiskar leiðarar í býnum Philadelphia.

Jimmy Carter hevur víst atfinningunum aftur. Hann sigur, at skalt tú hava varandi frið í Miðeystri, er tað neyðugt at tosa við Hamas eisini.