Amerikanska stjórnin hóttir nú við at kvetta sambandið við palestinska forsetan, Mahmoud Abbas, um hann ikki kann ganga við til, at beinleiðis tingingar millum palestinar og ísraelsmenn verða tiknar uppaftur. Tað skrivar arabisk bløð.
Sambært bløðunum stendur hóttanin í einum brævi, sum amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur skrivað palestinska forsetanum. Har hóttir amerikanski forsetin við, at tað fær avleiðingar fyri viðurskiftini millum USA og teir palestinsku myndugleikarnar, um Abbas ikki gongur við til at taka beinleiðis tingingarnar við ísraelsmenn uppaftur.
Brævið frá Obama til Abbas stendur í dag í blaðnum arabiska blaðnum al-Hayat, sum hevur høvuðssæti í London.