Obama á Ground Zero

Amerikanski forsetin, Barack Obama, var í dag á Ground Zero í New York, har hann legði krans á staðið, har tey bæði World Trade Center-háhúsini stóðu. Vitjanin kom í lag í sambandi við, at amerikanskir hermenn hava gjørt av við yvirgangsleiðaran Osama bin Laden, sum var maðurin aftan fyri yvirgangin tann 11. september í 2001, tá tvey flogfør vórðu rend inn í World Trade Center.

Hetta er fyrstu ferð, at Barack Obama hevur verið á Ground Zero, síðani hann gjørdist forseti. Eftir at hann hevði lagt krans, tosaði forsetin við avvarandi hjá fleiri av teimum, sum doyðu, tá háhúsini rapaðu.

Frammanundan hevði hann verið á einari sløkkiliðsstøð, sum misti fleiri sløkkiliðsmenn í atsóknini 11. september í 2001.