Obama gloymdi mikrofonirnar

Amerikanski forsetin, Barack Obama, bað í gjár russiska starvsbróður sín, Dmitrij Medevdev, bíða við spurningum um viðbrekin politisk mál so sum tann ætlaða rakettverjuskjøldurin. Teir báðir eru á kjarnorkutrygdarfundi í Suðurkorea, men Obama gav sær ikki far um, at mikrofonirnar hjá fjølmiðlunum stóðu frá, tá hann kom við áheitanini.

Teir báðir forsetarnir sótu í einum rúmi, meðan tíðindafólk komu innar, og sum vera man høvdi tey tendrað mikrofonirnar. Brádliga legði Obama seg framá yvir ímóti Medvedev og royndi at teska, at hann mátti fáa betri stundir til eitt nú rakettverjuskjøldurin.

-Eg skilji boðini, svaraði russiski forsetin.

-Hetta er mítt seinna val. Aftan á valið fái eg størri rásarúm, segði Obama.

-Eg skal bera Vladimir boðini, svaraði Medvedev.

Stutt frá teimum stóðu amerikonsk og russisk tíðindafólk og lurtaðu alspent.