Obama góðkendi bjargingartiltakið

Tað var Barrack Obama, forseti, sum gav herflotanum boð um at bjarga skiparanum á Maersk Alabama Sambært tíðindastovuni AP hildu amerikonsku myndugleikarnir, at Richard Phillips var í lívsvanda eftir tvær miseydnaðar royndir at flýggja frá somalisku sjórænarunum.

Tí tók Barrack Obama, forseti, undir við einar ætlan um at lata herflotamenn søkja at sjórænarunum og bjarga skiparanum. Tað eydnaðist herflotamonnunum at fría Richard Phillips. Undir atsóknini doyðu tríggir av sjórænarunum, og tann fjórði bleiv tikin.

Amerikanskir fjølmiðlar siga, at Obama hevur tosað við Richard Phillips og róst honum fyri tað dirvið, sum hann hevur víst teir seinastu dagarnar.