Obama fyrireikar seg til val í heyst

Barrack Obama er so vísur í at gerast forsetavalevni hjá demokratunum, at hann er farin at fyrireika seg til sjálvt forsetavalið í heyst Tað skriva amerikanskir fjølmiðlar.

Teir siga seg eisini vita, at Obama væntar, at McCain fer at hava tjóðskapar- og trygdarspurningar fremst í sínum valstríði. Sjálvur ætlar Obama at gera nógv burtur úr búskaparviðurskiftunum í USA, og tað ljóðar, at hann hevur minst 30 ymisk búskaparmál, sum hann fer at taka fram.

Barrack Obama hevur ikki vunnið uppstillingina hjá demokratunum enn, men alt fleiri serfrøðingar og viðmerkjarar vænta, at Hillary Clinton fer at gevast fyrsta dagin. Sjálvur sigur hon, at hon gevst ikki, fyrr enn hon stendur í Hvítu Húsunum.