Hillary Clinton segði seg í morgun geva Barrack Obama sín fulla stuðul sum forsetavalevni hjá demokratunum Hillary Clinton var høvuðsrøðari á uppstillingarfundinum hjá demokratiska flokkinum í USA í nátt, og hon lat ongan iva vera um sína støðu.
-Barrack Obama er mítt valevni, og vit skulu hava hann til forseta, segði Hillary Clinton millum annað í røðuni.
Meiningakanningar hava víst, at nógvir stuðlar hjá Hillary Clinton aftra seg við at velja Barrack Obama. Tí bleiv røðan í nátt roknað sum ein áheitan á tey ivandi um at fylkjast um Obama.