Obama framman fyri Clinton

Barrack Obama fær nú størri undirtøku í fleiri statum enn Hillary Clinton Eftir at hava ligið á odda í demokratiska uppstillingardystinum er Hillary Clinton nú farin aftur um Barrack Obama. Í hvussu er í fleiri statum.

Tað fyrsta uppstillingarvalið verður í Iowa beint eftir nýggjár, og har fær Obama størri undirtøku enn Clinton. Tað sama er í New Hampshire, sum vanliga verður roknaður sum ein sera týðandi statur í sambandi við uppstilling.

Tey flestu høvdu roknað við, at forsetavalið fór at standa millum demokratin Hillary Clinton og republikanaran Rudolph Giuliani, men nú benda kanningar á, at tað verða Barrack Obama og Mike Huckabee, sum skulu dystast um Hvítu Húsini. Mike Huckabee er fyrrverandi trúboðari og guvernørur í statinum Arkansas.