Obama fer at draga Bush í rættin

Vinnur Barrack Obama forsetavalið, skal undanmaðurin sleppa at svara fyri seg

Barrack Obama og varaforsetaevni hansara, Joe Biden, ætla ikki, at George W. Bush skal sleppa úr Hvítu Húsunum stillisliga. Sambært sjónvarpinum ABC segði Joe Biden í gjár, at Obama fer at leggja sak ímóti Bush, vinna demokratarnir forsetavalið í novembur.

-Er grundarlag fyri rættarsókn, verður tað gjørt, segði Biden á einum veljarafundi í Deerfield Beech í Florida. Hann legði dent á, at hann og Obama vilja ikki hava hevnd fyri nakað, men at ætlanin er at vísa, at eingin amerikanari, heldur ikki forsetin, er oman fyri lógina.

-Vinna vit valið, fáa vit ikki ein løgmálaráðharra, sum brýtur reglurnar, og vit fáa heldur ikki ein forseta, sum ikki skilir amerikonsku grundlógina, segði Joe Biden sambært ABC.

Orðini hjá Joe Biden minna um tað, sum Barrack Obama segði í vár. Í samrøðu við blaðið Philadelphia Daily News segði hann, at hevur stjórnin hjá Bush framt lógarbrot, má tað kannast. Eitt nú hava fleiri demokratar í Kongressini sagt, at tað, sum er hent í fangaleguni í Guantanamo, er nóg mikið til at draga verandi umsiting í rættin.