Obama ferðamaður

Eingin amerikanskur forseti hevur ferðast so nógv í sínum fyrsta emblætisári sum Barack Obama. Enn hevur hann bara verið forseti í góðar átta mánaðir, og hesa tíðina hevur hann verið í 16 londum ella eitt fleiri enn George Bush eldri, sum vitjaði 15 lond í sínum fyrsta forsetaári. Sambært blaðnum Miami Herald koma nøkur lond afturat, tí eftir skránni skal Obama til Kina, Japan, Singapore og Suðurkorea í november. Blaðið nevnir ikki Danmark, men danska stjórnin hevur í hvussu er vónir um, at Obama kemur á veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember.