Obama fer nú aftur til USA, men útlendskir miðlar skriva nú, at ein ?meiningsfull? veðurlagsavtala er ávegis. Hóast útlitini fyrr í dag tóktust sera døpur, so tykist tað hava eydnast amerikanska forsetanum at flyta nøkur mørk í veðurlagssamráðingunum, sum í nakrar dagar broyttu Hopenhagen til Floppenhagen.
Sambært AP hevur Barrack Obama sagt, at eitt nýtt gjøgnumbrot hevur verið í samráðingunum, og at USA saman við ES, Kina, Suðurafrika og Brasil eru vorðin samd um karmarnar fyri eini nýggjari veðurlagsavtalu.
Tað eru ES-formaðurin, José Manuel Barosso og svenski forsetin, Fredrik Reinfeldt, sum hava innkallað til tíðindafund. Sjálvur er Obama nú á veg aftur til USA.