Obama fær størri undirtøku

Í fleiri mánaðir hava meiningakanningar í USA víst, at støðugt færri amerikanarar hava verið nøgdir við forsetan, Barack Obama, men nú kann hann endiliga ugga seg við, at tað er farið at ganga hin vegin.

Í einari nýggjari kanning hjá Gallup siga 47 prosent, at forsetin roynist væl í sínum arbeiði. 45 prosent eru misnøgd. Hetta er eitt væl betri úrslit enn í summar, tí tá vóru 41 prosent nøgd við forsetan og 51 prosent misnøgd.

Aðrar meiningakanningar vísa somu gongd sum tann hjá Gallup, og eygleiðarar halda, at fólk samsýna forsetanum, at tað eydnaðist honum at fáa Kongressina at samtykkja ein skattalætta fyri vanligar løntakarar. Hetta var beint fyri jól.