Obama er av írskari ætt

Ættargranskarar hjá tíðindastovuni AP eru komnir eftir, at amerikanski forsetin, Barack Obama, er av írskari ætt. Tey, sum hava granskað málið, hava kannað ein hóp av fólki, sum flýddi úr Írlandi til USA um várið í 1850, tí hungursneyð var í Írlandi. Í ferðaliðinum var Falmout Kearney, sum tá var 19 ára gamal, og sum seinni fekk eina dóttir, sum æt Ann. Hon giftist manni, sum æt Jakob Dunham, og millum eftirkomarar teirra er Ann Dunham, sum er mamma Barack Obama.

Ættargranskararnir hjá AP siga, at 28 eftirkomarar hjá Falmont Kearny eru á lívi í USA og aðrastaðni.

Nógvir írar fluttu til USA í 19. øld, og Barack Obama er ikki tann fyrsti amerikanski forsetin, sum hevur ættarbond í Írlandi. Tað hevði John F. Kennedy eisini.