Obama: Eiturevnavápn brúkt í Sýrialandi

Barack Obama, forseti, sigur nú, at USA hevur fingið prógv fyri, at eiturevnavápn eru brúkt í borgarakrígnum í Sýrialandi. Tað er tó ikki greitt, hvør tað er stjórnarherurin ella uppreistrarmenn, sum hava brúkt tey, sigur hann.

Obama sigur, at kunnu USA og altjóða samfelagið prógva, at stýrið hjá Bashar al-Assad, forseta, hevur brúkt eiturevnavápn, er talan um eina heilt nýggja støðu. Hann hevur fyrr sagt, at ger stýrið hjá Assad av at brúka eiturevnavápn, fer tað yvir um mark.

Amerikanski verjumálaráðharrin, Chuck Hagel, segði fyri nøkrum døgum síðani, at amerikanska fregnartænastan hevði funnið tekin um, at sýrska stýrið eftir øllum at døma hevði brúkt nervagassið sarin í bardaganum við uppreistrarmenninar.

USA, Bretland, Turkaland og Ísrael eru av teirri áskoðan, at altjóða samfelagið skal leggja uppí, um stýrið í Damaskus brúkar eiturevnavápn, men londini eru ikki samd um, hvussu altjóða samfelagið skal leggja uppí, skrivar Reuters.