Obama ein Berliner

Barrack Obama fer í kvøld at halda røðu í Berlin. Væntandi fara ein millión fólk at lurta eftir honum

Fyrr hava amerikonsku forsetarnir John F. Kennedy og Ronald Reagan hildið røðu í týska høvuðsstaðnum. Kennedy framman fyri Schøneberg Rathaus í 1963, tá hann helt sína kendu røðu við orðunum "Ich bin ein Berliner", og Ronald Reagan í 1987 við Brandenburger Tor.

Í kvøld sleppa berlinbúgvar at lurta eftir demokratiska forsetavalevninum Barrack Obama, sum fer at halda røðu framman fyri Sigurssúluni.

Tíðindastovurnar skriva, at Berlin er á gosi, og summi vænta, at fleiri hundraðtúsund fólk fara at lurta eftir Obama. Tað ger ikki áhugan minni, at mong samanbera Obama við júst John F. Kennedy.

Trygdartiltøkini eru sera umfatandi í Berlin í dag. Eitt nú eru allar gøtur kring Sigurssúluna stongdar fyri allari ferðslu, og løgreglufólk eru á varðhaldi allastaðni. Áðrenn hann kom tilm Berlin, hevði Obama verið í Bretlandi, Fraklandi, Miðeystri og í Afghanistan.