Glottar í amerikanska búskapinum gera, at Barack Obama, forseti, er farin at draga frá republikanaranum Mitt Romney, soleiðis er nú er forsetin sjey prosentstig frammanfyri.
Ein nýggj meiningakanning hjá Reuters og Ipsos vísir, at 49 prosent av teimum skrásettu veljarunum styðja Obama, og at 42 prosent styrða Romney. Í einari tilsvarandi kanning fyri einum mánað síðani fekk Obama 47 prosent og Romney 43 prosent.
50 prosent av teimum spurdu siga, at tey eru nøgd við Barack Obama sum forseta. 47 prosent eru ónøgd.