Obama boðin til Íslands

Amerikanski forsetin, Barack Obama, er boðin til Íslands á almenna vitjan. Tað hendi í síðstu viku, tá íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, var á aðalfundi hjá ST.

Í sambandi við vitjanina hitti hon Barack Obama og konu hansara, Michelle, og hon nýtti tá høvi til at bjóða teimum báðum til Íslands at vitja, skrivar Vísir.

Hetta er aðru ferð, at amerikanski forsetin hevur fingið innbjóðing at koma til Íslands. Fyrru ferð var í apríl, tá íslendski uttanríkisráðharrin, Össur Skarphéðinsson, hitti Obama á fundi í NATO.