Obama bjartskygdur um Afghanistan

Amerikanski forsetin, Barack Obama, helt í nátt ta árligu røðuna í Kongressini um støðu landsins. Sum væntað snúði ein stórur partur av røðuni seg um Afghanistan, og á hesum økinum var forsetin bjartskygdur.

Obama segði, at teir útlendsku hermenninir hava rikið Taliban burtur úr fleiri økjum, og at støðugt fleiri afghanskir hermenn fáa ta neyðugu venjingina. Tað gongur tí tann rætta vegin, segði hann, men hann ávaraði samstundis um, at enn er langt á mál.

-Vit kunnu vænta harðar bardagar í framtíðini, men vit mugu eisini krevja meiri av teirri afghonsku stjórnini. Í ár samarbeiða vit við næstan 50 lond um at lata afghanum størri ábyrgd, og í juli fara vit undir at taka okkara hermenn heim, segði Barack Obama.

Forsetin nam eisini við Pakistan. Hann segði, at har er al-Qaeda undir størri trýsti nú enn fyrr, og at fleiri av teirra leiðarum eru beindir burtur.