Obama bjóðar Clinton av á heimavølli

Áðrenn primervalið í Iowa var tað púra óhugsandi, at nakar annar enn Hillary Clinton kundi vinna valið í statinum New York. Men vinnur Obama í South Carolina kann alt henda Tá Hillary Clinton fyri einum ári síðani endurvann sessin sum senatorur fyri statin New York, gjørdi hon tað so sannførandi sum at fáa tveir triðingar av atkvøðunum. Nú bendir nógv á, at tað kann gerast eitt javnur dystur millum hana og Obama um at vinna statin.

Serliga um Barack Obama vinnur valið í South Carolina rokna eygleiðarar við, at hann kann geva Clinton dyst til mállinjuna í New York. Og Obama hevur nakað av hava vónirnar í, eftir at Hillary Clinton hevur fornermað meginpartin av littu veljarunum.

Clinton førdi nevniliga í miðlunum fram, at dreymurin hjá Dr. Martin Luther King ikki byrjaði at taka skap, fyrr enn Lyndon Johnson fekk »The Civil Rights Bill« viðtikna. »Tað skuldi altso ein forseti til« vóru orðini hjá Hillary, og tað hevur loypt øði í littu veljararnar.

Men vinnur Barack Obama í South Carolina verður roknað við, at hann kann skapa nóg mikið av grasróts undirtøku, serliga millum ungu veljararnar, at Clinton als ikki skal kenna seg trygga at vinna statin og harvið tey 281 umboðini, sum staturin hevur.

So valið í South Carolina 26. Januar kann gerast avgerðandi fyri, hvør fer at vinna forsetanomineringina, tá avtornar. Serliga, tí 5. Februar skulu heilir 21 statir atkvøða um forsetaevnið, harímillum, sum nevnt New York, men eisini New Jersey og Connecticut, skrivar New York Times.