Obama, Biden og Gates hakkaðir á Twitter

Teldusníkar fingu í gjár atgongd til hópin av twitter brúkarum hjá kendum og týdningarmiklum fólkum, teirra millum Joe Biden, Barrack Obama, Elon Musk og Bill Gates.

Twitter hevur váttað, at teldusníkarnir fingu atgongd til brúkararnir, og álopið helt á í fleiri tímar.

Meðan starvsfólk hjá twitter royndu at steðga álopinum, forðaðu tey øllum váttaðum brúkarum í at senda út tweets, og hetta er fyrstu ferð, at twitter hevur verið noytt at gjørt hetta.

Twitter roynir framvegis at kanna, júst hvat teldusníkarnir hava gjørt, og hvussu stórur skaðin er, men at síggja til hevur hetta verið ein roynd at ogna sær pening. Teldusníkarnir sendu út boð umvegis hakkaðu brúkararnar um at senda sær Bitcoin, sum er eitt digitalt gjaldoyra.

Hakkaðu brúkararnir lovaðu at senda upphæddina tvífalt aftur.

Eftir øllum at døma er eru fleiri, ið hava tikið boðini fyri fult, tí teldusníkarnir megnaðu at fáa yvir 100.000 dollarar á konto, áðrenn twitter fekk ræði aftur á hakkaðu brúkarunum.