Fólk í Vesturevropa og Asia halda meiri av amerikanska forsetanum, Barack Obama, enn amerikanarar gera, men í teimum muslimsku londunum er hann ikki so nógv avhildin, sum hann hevur verið.
Tað vísir ein meiningakanning, sum Pew-stovnurin í Washington hevur gjørt.
Tá fólk blivu spurd, um tey halda, at Obama tekur tær røttu avgerðirnar í altjóða málum, svaraðu 90 prosent av týskarunum, at tey høvdu álit á avgerðum hansara. Tað sama søgdu 87 prosent í Fraklandi og 84 prosent í Bretlandi. Fólk í hesum somu londunum fingu sama spurning, tá George W. Bush var forseti, men tá itu prosenttølini ávikavist 13, 14 og 16, sigur Pew.
Kanningin hjá stovninum avdúkar samstundis, at Obama er ikki so væl umtóktur millum sínar landsmenn, sum hann onkuntíð hevur verið. 65 prosent siga seg hava álit á honum. Tað søgdu 74 prosent í fjør.