Obama betur umtóktur

Amerikanski forsetin, Barack Obama, fær aftur undirtøku millum amerikonsku veljararnar. Ein nýggj meiningakanning hjá Reuters/Ipsos vísir, at 50 prosent taka undir við forsetanum og eru nøgd við avrik hansara.

Hetta er fyrstu ferð síðani juni í fjør, at forsetin hevur havt so stóra undirtøku sum nú. Í einari tilsvarandi kanning í desember svaraðu 45 prosent av teimum spurdu tað sama.

Men næstan líka nógvir amerikanarar eru misnøgdir við forsetan og politikk hansara. Tað siga 47 prosent í teirri nýggju kanningini.

Ein orsøk til ta veksandi undirtøkuna hjá Obama er eftir øllum at døma, at fólk síggja bata í búskapinum. 38 prosent siga, at landið er á rættari kós. Tað svaraðu 29 prosent í desember.