Obama í Aurora

Barack Obama, forseti, kom í gjárkvøldið til býin Aurora í statinum Colorado, har hann tosaði við fólk, sum sluppu livandi frá skjótingini í einari filmshøll í býnum seinasta hóskvøld.

Forsetin segði seg vera sera harman um tað, sum var hent, og hann legði afturat, at øll tann amerikanska tjóðin hugsaði um tey.

Tólv fólk doyðu, og 58 vórðu særd, tá ein maður brádliga fór at skjóta inni í filmshøllini, har fólk sótu og hugdu at tí nýggja Batman-filminum. Í gjár vóru fleiri túsund fólk komin saman uttan fyri ráðhúsið í Aurora at minnast tey deyðu. Ráðhúsið er tætt við filmshøllina.