Barack Obama, forseti, kom í morgun til Teilands, sum er tað fyrsta landið, sum hann vitjar á einari Asia-ferð.
Í Teilandi skal Obama tosa við kongin Bhumibol Adulyadej, og forsætisráðharran, Yingluck Shinawatra. Evnini, sum eru á skránni, eru handilssamstarv, rúsevnasmugling og yvirgangur.
Úr Teilandi fer Obama til Myanmar, har hann skal tosa við forsetan, Thein Sein, og andstøðuleiðaran, Aung San Suu Kyi. Amerikanski forsetin endar ferðina í Kambodja, har hann skal taka lut á fundi millum ríkis- og stjórnarleiðararnar í Eysturasia.
Hetta er fimmtu ferð, at Barack Obama vitjar lond í Asia og onnur ferð hansara hagar í ár.









