Barack Obama fekk sløk tvey prosent fleiri atkvøður enn republikanski mótstøðumaðurin Mitt Romney á amerikanska forsetavalinum í vikuni.. Ein rættuliga tepur sigur fyri ein sitandi forseta, ið ikki hevur stórvegis eyðsýndan meiriluta, hvørki í politisku skipanini ella millum veljaran. Úrslitið avdúkar eitt samfelag og eina kongress, sum ideologiskt eru ógvuliga polariserað. Onkrir eygleiðarar tosa tí í hesum døgum um tvey heilt ymisk samfeløg - eitt progressivt og sekulert USA, sum í størri og størri mun stuðlar demokratunum. Og eitt konservativt USA, ið førkar seg longri og longri til høgru - umboðað av Tea Party rørsluni og ófrávíkiligum lyftum um ikki at hækka skattin fyri nakran prís.
Demografiskt eru tey progressivu at finna í stórbýum, millum væl útbúgvin og millum nógvar minnilutar, eitt nú latín amerikanarar. Ímeðan tey konservativu í størri mun eru at finna úti á landinum og eru í størri og størri mun ein homogenur bólkur av hvítum konservativum, serliga mannfólkum.
Barack Obama lovaði stórar tvørpolitiskar loysnir í 2008, men hesaferð stendur greitt, at tað verður alt annað enn nøkur løtt uppgáva orsaka av partapolitisku støðuni í amerikonsku kongressuni. Tí politiska tvíningin, sum í stóran mun hevur lagt amerikonsku kongressina lamna – við republikonskum meiriluta í umboðsmannatinginum og demokratiskum meiriluta í senatinum – var aftur staðfest á valinum hesaferð. Tvíningin ger tað trupult hjá afturvalda forsetanum at fáa undirtøku at fremja stórar reformar. Ímyndin av Barack Obama sum savnandi tvørpolitiski forsetin hevur av álvara staðið sína roynd tey fýra árini hann hevur sitið, og tað sær ikki út til, at hetta broytist í bræði.
Størsta búskaparliga avbjóðingin fyri framman beint nú er ”the fiscal cliff” - ella ”búskaparliga heljardýpið”. Talan er um eina røð av skattalættum, ið halda uppat við endan á árinum, samstundis sum nógvar almennar útreiðslur skulu skerjast nógv. Hesi kunnu samanumtikið fáa stóra ávirkan, bæði á amerikanska búskapin og heimsbúskapin. Stóri spurningurin er, um Barack Obama megnar at savna klovnaðu kongressuna um munagóðar loysnir, uttan at báðir partar eru sinnaðir at toyggja seg rættuliga langt ideologiskt.
Iran og Sýria trýsta
Uttanríkispolitiskt stendur forsetin fyri stórum avbjóðingum – Sýria og Iran í Miðeystri, búskaparkreppa í Europa og handilsstríð við Kina. Ofta verður víst á, at hjá einum og hvørjum sitandi forseta vigar uttanríkispolitikkur nógv tyngri seinna valskeiðið, enn hann ger fyrra. Seinna valskeiðið er ofta veruliga høvið til at gerast ”rættur statsmaður í heiminum”. Í førinum hjá Obama skundar tronga støðan í kongressuni eisini undir at leggja størri orku í uttanríkispolitikk, tá trupult er at fáa undirtøku heima.
Uttanríkispolitiskt hevur Barack Obama ført ein varnan hernaðarpolitikk í mun til George Bush, og partur av hansara image í valstríðnum í 2008 vóru lyftini um hernaðarliga afturtøku úr Irak og Afghanistan. ”Leading from behind” hevur tí verið partur av hernaðarligu visiónini hjá Obama. USA skal ikki spæla solo, eins og tað gjørdi undir George W. Bush forseta. Men kortini stendur greitt, at forsetin ikki sleppur undan at taka støðu, eitt nú til atomverkætlanina í Iran og harðrenda borgarakríggið í Sýria.
Eygleiðarar vísa á, at trygdarpolitiskt fær støðan í Iran helst hægstu raðfesting komandi tíðina. Tí at so hvørt iranska atomverkætlanin tekur seg longur fram, verður trýstið á amerikanska forsetan um at fremja ítøkiligar atgerðir mótvegis landinum størri, samstundis sum útsøgnirnar hjá Ísrael um sjálvstøðugar hernaðarligar atgerðir mótvegis Iran leggja stórt trýst á Obama til ítøkuliga støðutakanir.
Obama hevur eisini aftrað seg við ítøkiligum stigum at útvega mótstøðuni í Sýria vápn, ikki minst tí, at hann frammum republikonsku mótstøðuna áður hevur givið stór lyftir um at enda amerikonsk kríggj í miðeystri. Men sambært eygleiðarum verður torførari og torførari at rættvísgera fráveru í Sýria orsaka av ógvusligu sivilu avleiðingunum og høgu deyðstølunum. Samstundis sum vandi er fyri, at grannalondini eisini gerast partur av stríðnum.
Europa eftirlýsir business
Barack Obama er væl umtóktur í Europa, hava hópin av meiningakanningum staðfest. Partur av frágreiðingini er helst, at boðskapurin hjá sitandi amerikanska forsetanum í ávísan mun avspeglar frælslyntu sosialu virðini, sum leingi hava eyðkent sosialdemokratiskan politikk í Europa. Men eftirlýsingin frá fleiri politiskum leiðarum í Europa eru betri handils- og tollavtalir millum ES og USA. Slíkar avtalur vildu økt nógv um transatlantiska handilin. Tí samstundis sum amerikanskir politikarar eru atfinningarsamir mótvegis sparipakkunum í nógvum europeiskum londum stendur greitt, at amerikanski marknaðurin telst millum størstu útflutningsmarknaðir fyri europeiskar vørur.
Í einari grein í New York Times var fyri stuttum avdúkað, at nógvir vinnulívsleiðarar í Europa høvdu vónað, at Mitt Romney sat við róðrið komandi fýra árini. Frágreiðingin eru lyftini um at endurreisa amerikanska kapitalismu og vinnuligt frælsi. Við lágum skattatrýsti og minni reguleringum lovaðu republikanarar sum kunnugt at fáa gongd á amerikanska búskapin, sum aftur skuldi gerast heimsbúskaparliga lokomotivið - eisini fyri europeiska framleiðslu.
Kritikkurin mótvegis sitandi stjórn í USA er, at hon leggur størri dent á at skipa handilsavtalur við latínamerika og asiatisku londini frammum Europa. Men í verandi løtu er størsti óttin áðurnevnda ”fiscal cliff”, ið kann elva til stórar almennar sparingar í USA. Hesar vildu sum kunnugt eisini rakt europeiskar veitarar av vørum og tænastum til almenna sektorin í USA meint.
Ráðandi logikkurin í amerikonskum handilspolitikki, í hvussu er retoriskt, er frælsur handil við allan heim. Tað hevur verið gott latín bæði í republikonskum og demokratiskum samanhangum. Men júst hvussu politiska skipanin í USA raðfestir, hevur týdning fyri úrvaldar ídnaðir í Europa. Eitt nú hevur Obama lovað at menna grøna orku, ið eisini kemur grønum europeiskum veitarum til fyrimuns. Eitt nú hevur danska fyritøkan Vestas verið havd á lofti.
Leiðandi búskapargreinarin hjá donsku Mærsk fyritøkuni segði í eini samrøðu við Danmarks Radio, beint eftir at úrslitið av forsetavalinum var kunngjørt, at fyri eina slíka altjóða fyritøku sum Mærsk hava frælsur handil og stabilitetur størsta týdningin. Tað ræður um at vita, hvør politikkur er ráðandi til einhvørja tíð, og ov stórar broytingar eru ikki altíð ynskiligar, legði hann dent á.
Republikanst comeback?
Men samstundis sum at tað stendur greitt, at Barack Obama er forseti í einum ógvuliga polariseraðum landi, standa republikanarar av álvara eftir við svartaperi. Amerikanskir eygleiðarar vísa á, at republikanski flokkurin ikki hevur nakran greiðan leiðara at stilla upp ímóti demokratunum í 2016, samstundis sum at flokkurin sjálvur er við at fara í tvíningar - við einum meiri moderatum vongi og einum nógv meiri konservativum vongi, eitt nú umboða við Tea Party rørsluni.
Í verandi løtu er talan tí um ein viknandi flokk sum ikki gongur í takt. Orsøkin til, at úrslitið hóast alt var so frægt hesaferð, var helst tronga búskaparstøðan og arbeiðsloysið, og ikki persónurin Mitt Romney sum soleiðis, hava fleiri víst á. Analytikarar vísa á, at partur av frágreiðingini uppá sigurin hjá Obama er, at USA er ávegis at gerast eitt nógv meiri demografiskt fjølbroytt samfelag, enn siðbundu virðini hjá republikanurunum kunnu borga fyri.
Eitt nú hevur Barack Obama lagt nógv fyri at vinna latínamerikonsku atkvøðurnar í sín lut við at lova opnari immigratiónslógir, ímeðan Mitt Romney stygdi nógvar latínamerikanarar burtur við einum strangari retorikki á immigratiónsøkinum. Latínamerikanarar eru sum kunnugt vorðnir eitt týðandi veljarasegment. Eygleiðarar vísa á, at republikanski flokkurin, fyri í nóg stóran at skilja seg frá demokratunum, fór so langt til høgru, at nógvir moderatir veljarar á miðjuni valdu Obama ístaðin.










