OB-venjarin ópopulerur

Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá OB í superliguni í ár, hóast felagið hevur satsað við sterkum spælarahópi. Liðið hevur spælt 11 av 21 dystum javnar, og tað halda viðhaldsfólkini er ov vánaligt.

- Olsen, tag dit tøj og gå, róptu bólkar av viðhaldsfólkunum eftir venjaranum Lars Olsen í gjár.

Venjarin sigur, at soleiðis var eisini fleiri dystir í heyst. Hann heldur, at tað óhugaligt, men at soleiðis eru treytirnar viðhvørt í fótbólti.