Einaferð var norska felagið Rosenborg mett sum nógv tað sterkasta í norðurlondum, men seinastu vikurnar hevur danska felagið OB vunnið tvær ferðir á Rosenborg í Royal League. Fyrra dystin millum liðini vann OB 5-3, og um vikuskiftið vann OB 1-0 á útivølli í Trondheimi. Einasta málið í dystinum kom eftir 35 minuttir, og tað var Johan Absalonsen, sum skoraði málið. OB heldur fram í kappingini, men Rosenborg kemur ikki víðari frá bólkaspælinum.