OB vandamiklari við Jóan Símuni

Tað sigur OB-venjarin, Kent Nielsen, í samrøðu við danska Tipsblaðið.

Jóan Símun Edmundsson, sum herfyri skifti úr Vejle til OB í Superliguni, fær rósandi orð frá nýggja venjara sínum, Kent Nielsen, sum lýsir nýggja føroyska áleypara teirra í Tipsblaðnum, ið hevur sett sjóneyguna á Jóan Símun Edmundsson.


- Vit hava ikki ov nógvar vinstrabeintar spælarar í hópinum, og tí er tað ein góður møguleiki, sum er íkomin við Jóan Símuni. Hann er ein sera svangur og ógvuliga skapandi leikari, sum samstundis er rennisterkur og fjøltáttaður, sigur OB-venjarin og heldur fram:


- Hansara skapandi evni eru eitt gott ískoyti til hinar skapandi leikararnar hjá okkum, og hann fer at viðvirka til, at vit verða eitt málleitandi og málsøkið lið, sigur Kent Nielsen við blaðið.


Tipsblaðið ger eisini samrøðu við landsliðsfelaga hansara, Viljorm Davidsen, sum framvegis spælir í Vejle. Hann nevnir m.a., at Jóan Símun er bólttryggur og hevur góðan bóltførleika, sum hann metir passa væl saman við stílinum hjá Kent Nielsen.


OB spældi í dag venjingardyst ímóti svenska Djurgården, har danska felagið tapti 2-0. Jóan Símun Edmundsson slapp at royna seg síðstu 20 minuttirnar, tá ið hann var innskiftur fyri Anders K. Jacobsen.