OB tapti tepurt

Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin ímóti FC Midtjylland í kvøld.

OB og Jóan Símun Edmundsson vóru í kvøld á vitjan hjá FC Midtjylland, har teir skuldu royna at byggja víðari upp á frálíka sigurin ímóti Brøndby síðsta umfar.


Tað vóru einans fýra minuttir spældir, tá ið Rasmus Nissen legði FC Midtjylland á odda 1-0. Hetta skuldi vísa seg at gerast einasta málið í dystinum.


Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin á høgra vongi. Hann fekk eitt gult kort.


OB er framvegis á triðaftasta plássi, og útlitini fyri at koma við í endaspælið eru ikki góð. Í løtuni eru 13 stig upp til 6. plássið, sum gevur luttøku til endaspælið.