OB-spælarar seinkaðir av toki

Í Danmark verður nógv funnist at DSB, tí felagið klárar ikki halda tíðirnar í tokferðsluni. Nú um dagarnar kundu fjølmiðlarnir so siga søguna um fýra spælarar hjá OB, sum komu ov seint til venjingar, tí tókið hjá teimum var so nógv seinkað. Ætlanin var, at teir fýra spælararnir, sum búgva í Keypmannahavn, skuldu venja klokkan 10.00, men teir vóru nógv seinkaðir til venjingina. Aftur fyri sluppu spælararnir hjá OB at venja eitt sindur longri leygardagin, og í gjár eydnaðist liðnum at vinna í superliguni.