OB saknar áskoðarar

OB er farið at gera um seg í toppinum í donskum fótbólti, men ítróttarstjórin heldur, at tað eru óv fáir áskoðarar til heimadystirnar hjá teimum.

- Vit skulu hava fleiri áskoðarar á stadion, tá vit spæla. Vit komu upp á 10.000 áskoðarar í miðal fyri teir stóru dystirnar, men vit vilja verða har uppi alla tíðina, sigur Kim Brink við BT í dag

OB spælir í kvøld ímóti Silkeborg, og vinna teir úr Odense dystin, eru teir á odda í superliguni.