Mikukvøldið var 14. umfarið í superliguni á skránni. Í trimum av fimm uppgerðum endaði tað javnt, meðan tveir dystir endaðu við heimasigri. Annar teirra var tann í Odense, har heimaliðið rudduliga setti Herfølge upp á pláss. Eftir bragdliga byrjan hevði tað í fleiri umførum ikki gingið nakað serligt hjá OB, men hesa ferð vunnu teir 5-0.
Hin vinnarin var AGF, sum á heimavølli vann 2-1 á AaB. Stig Tøfting var sera bragdligur á framrættaða miðvallaraplássinum hjá heimaliðnum, og hann skoraði fyrra málið. Átta minuttir undan leikloki økti AGF um leiðsluna, og tað var ikki fyrrenn í síðstu løtu, at AaB minkaði um munin.
Brøndby megnaði 2-2 í torføra útidystinum í Esbjerg. Hetta var fyrsta ferðin í fimm landskappingardystum, at Brøndby ikki fekk fult, men teir á oddaliðnum roknaðu javnleikin sum gott úrslit.
FCK var í Herning, og har taptu teir 2-0. Harvið økti Brøndby um fjarstøðuna til FCK, sum teir rokna at vera størsta kappingarneytan. 11.200 áskoðarar vóru í Herning, og teir flestu teirra vóru væl nøgdir. Hjá FCK stóð einki serligt til við fólki. Peter Møller og Bo Svensson vóru leikbannaðir, Peter Christiansen og Álvaro Santos vóru ikki við orsaka av skaða, og í 1. hálvleiki noyddust bæði málverjin, Magnus Kilhstedt, og Zuma so mikið skaddir, at teir noyddust at taka seg aftur.
FCN var á heimavøllinum í Farum frammanfyri 2-0 móti botnliðnum Randers, tá ið tað restaðu sekstan minuttir. Úrslitið gjørdist 2-2, og tað líkaði sum vera man ikki FCN venjaranum, Christian Andersen. Hann helt, at liðið hjá honum seinna partin av seinna umfarinum hevði víst, at teir so at siga høvdu gloymt, hvussu tað er at hava kós móti sigri.
Fimtanda umfarið er á skránni í vikuskiftinum. Oddaliðini Brøndby og Viborg hittast í Brøndby í dag, og Esbjerg fær í dag vitjan av AaB. Í morgin er skráin henda: Randers-Silkeborg, OB-FCN, FCM-Herfølge og FCK-AGF.