OB keypir Jóan Símun

OB hevur í dag keypt føroyska landsliðsleikaran frá Vejle Boldklub

Føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, hevur í dag skift felag.

 

Tíðindini frættust fyri lítlari løtu síðani, tá danska superligufelagið OB boðaði frá, at felagið hevur keypt føroyska landsliðsleikaran leysan úr sáttmálanum í Vejle.

 

Heimasíðan hjá OB fegnast um nýggja keypið.

 

-Vit eru fegnir um, at semjuna við Vejle Boldklub um, at teir selja okkum Jóan Símun Edmundsson. Jóan Símun er ein spennandi leikari við frálíkum kreativum evnum. Samstundis er hann førur fyri bæði at spæla á miðvøllinum og í álopinum, og vit eru vísir í, at hann fer at halda fram at mennast her í felagnum.

 

 

Serliga er tað OB venjarin, Kent Nielsen, sum áður hevur nógvar royndir við føroyskum leikarum í AC Horsens, Brøndby og OB, ið fegnast um, at Jóan Símun nú skiftir til OB.

 

-Vit hava ikki nógvar vinstrabeintar leikarar, og tí er tað góður møguleiki at royna Jóan Símun. Hann er svangur og ótrúliga hugflogsríkur leikari, sum samstundis bæði er rennisterkur og fjølgávaður. Hansara kreativu evni fara at styrkja nógv um hópin hjá okkum, og hetta fer at vera við til at gera, at vit framvegis vera framrættað og málsøkjandi lið.

-Hann hevur bæði í næstbestu donsku deildini og á føroyska landsliðnum víst, hvør dugur er í honum, og nú fær hann møguleika at prógva seg á hægsta støðið í Danmark.

 

Jóan Símun sjálvur gleðir seg eisini. 

-Eg gleði meg ótrúliga nógv. Málið hevur alla tíðina verið at spælt í bestu donsku deildini, og tað fái eg nú møguleikan fyri í einum so stórum felagi sum OB. Hetta er heilt avgjørt eitt fet fram sammett við Vejle, og eg gleði meg at byrja í nýggja felagnum.

 

Jóan Símun Edmundsson fer at spæla í troyggju nummar 7 hjá OB, og sáttmálin millum OB og Jóan Símun er galdandi frá í dag av, fram til summarið 2018.