FCK mátti hósdagin veitra farvæl til donsku greipuna, tá tað ikki eydnaðist teimum at vinna á OB í steypafinaluni
Fyrsta korterið sá annars út til, at hetta var dagurin hjá FCK. Teir høvdu fullkomiliga tamarhald á spælinum frammanfyri teimum 30.000 áskoðarunum í Parkini, og tá ið júst eitt korter var farið, gav hetta úrslit. Silberbauer fann Atiba Hutchinson, sum rak OB-málverjan av og skoraði til 1-0. Eftir hetta kom OB meira inn í dystin, og í 37. minutti eydnaðist tað eisini teimum at javna. Martin Borre skeyt eitt langskot beinleiðis í netið, og so var aftur stórur spenningur í dystinum. Í seinna hálvleiki sá OB út til at vilja tað mesta. Tað vóru eisini bert fimm minuttir farnir av seinna hálvleiki, tá ið teir løgdu seg odda. Jonas Borring legði eitt innlegg í pannuna á Bechara Oliveira, sum trygt kundi skalla OB á odda 2-1. Seinasta korterið legði FCK trýst á OB, men teimum eydnaðist ikki at fáa útjavnandi málið.