Oasis í søguna

Álop á hansara familju og seg sjálvan varð orsøkin til, at Noel Gallagher fríggjakvøldið fór úr bólkinum Oasis. Hetta greiðir guitaristurin frá í einum tíðindaskrivi, um hví hann er farin úr bólkinum, hann sjálvur stovnaði fyri 18 árum síðani.

 

Eftir enn eitt klandursmál við beiggja sín Liam, stutt áðrenn Oasis skuldi framføra í Rock en Seine festivalinum í Paris, vildi Noel ikki framføra, og konsertin bleiv avlýst bert fáar minuttir áðrenn hon skuldi byrja. Nú sigur tann 42 ára gamli guitaristurin og sangskrivarin farvæl til bólkin.

 

-Smálutirnir eru ikki týdningarmiklir, og eru ov nógvir at greiða frá, men eg haldi, at fólk hava rætt til at vita um hóttanirnar, sum eg, mín familja og mínir vinir hava móttikið. Tað var ikki til at halda út. Og vantandi stuðul frá hinum í bólkinum og frá okkara umboðsmonnum merkir, at eg ikki hevði aðrar møguleikar enn at ganga nýggjar leiðir, skrivar Gallagher í einum tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá Oasis.

Tann bretski tónleikari endar við at takka øllum Oasis fjepparunum í heiminum.

 

-Tey seinastu 18 árini hava verið fantastisk. Hóast eg hati tað orðið, so hóskar tað væl til nú. Tað var ein dreymur, sum bleiv til veruleika, og eg fari við frálíkum minnum, sigur hann.

 

Oasis skuldi eftir ætlan framføra í Týsklandi og Italia í komandi viku, men konsertirnar eru nú avlýstar. Tað er enn ógreitt, hvørt Liam Gallagher ætlar at halda fram við bólkinum.