OASAN: Eingi páskir uttan eina stevnu

Eins og undanfarin ár skipar Fríkirkjan OASAN í Hoyvík fyri stórari páskastevnu. Umframt talarar úr Føroyum, fara eisini Rachel og Gordon Hickson úr Onglandi at tala.

Hesi bæði hjúnini eru ikki ókend á føroyskari jørð. Tey vitja her á fjórða sinni, og fara at tala á flestu møtunum hesa páskahátíðina.

- Bæði Rachel og Gordon eru sera viðkomandi og avbjóðandi talarar, ið eisini hava profetiskar gávur. Og av tí, at vit av royndum kenna tey, eru vit sannførd um, at Harrin fer at geva okkum ein sera góðan boðskap, verður sagt úr OASUNI, sum eigur egnan samkomubygning í Hoyvík.

Teir føroysku talararnir sleppa tó eisini framt annan páskadag, tá Rachel og Gordon fara aftur til Onglands.

Á morgunmøtinum henda dagin skal Símun Jacobsen tala, og á kvøldmøtinum Kurt Christensen. Á øllum møtunum er góður sangur á skránni.

Tað sama ger seg galdandi á tveimum av møtunum, har serligur dentur verður lagdur á sangin.

Langafríggjadag klokkan 22 er eitt “Cafekvøld”, har ymiskir tónleikabólkar fara at luttaka. Eitt annað sangtiltak (syngið-við) verður 1. páskadag klokkan 22, har Breiðband, Zamar, Oasubrøður og Petur Hermansen luttaka.