Írski John O’Shea spældi um vikuskiftið sín dyst nummar 350 fyri Manchester United. Og hetta feiraði hann við 2-0 málinum í sigrinum hjá reyðu devlunum móti Stoke. Upleggunum til bæði málini stóð æviga ungi Ryan Giggs fyri, og sjálvur var Giggs um reppið at skora sítt mál nummar 150 fyri Manchester United, men hann sendi ístaðin beint omanfyri málið, eftir at Scholes spældi walisan leysan.