O’Shea fingið blóðpropp

John O’Shea hjá Manchester United hevur eftir øllum at døma spælt sín seinasta dyst hetta kappingarárið, eftir at hann í landsdysti fyri Írland í novembermánaði fekk eitt sokallað trælær. Hesin skaði hevur síðani tikið ilt fyri seg soleiðis, at O’Shea hevur fingið ein blóðpropp, sum ger, at írin ikki kemur á vøllin aftur hetta kappingarárið. Hetta eru keðilig tíðindi fyri Manchester United, sum hevur havt stóra gleði av O’Shea, sum spældi sín fyrsta dyst fyri felagið í 1998. Síðani er tað blivið til fleiri enn 350 dystir fyri Manchester United og 59 dystir landsdystir.