O´Neill vil ikki venja Ongland

Aston Villa venjarin, Martin O’Neill var ein av favorittunum til at yvirtaka venjarasætið hjá enska landsliðnum, eftir McLaren, men hann er ikki áhugaður í starvinum

Sambært enska tíðarritinum, The Times vil Martin O´Neill útiloka seg frá at vera settur í samband við venjarastarvið hjá enska landsliðnum. Hetta kemur í kjalavørinum av at tíðarritið hevur hoyrt at O´Neill í dag, fer at kunngera, at hann vil vera verandi í Birmingham felagnum, Aston Villa. Haðar hann kom frá skotska Celtic.

O´Neill sigst ikki at vera fegin um at úttala seg um venjarastarv, ið hann ikki er boðin enn, men hann følir seg noyddan at koma við einum greiðum úttalilsi, áðrenn ov nógv hóvasták spyrst burturúr. Sama framferðarhátt nýtti ”Big Sam” Sam Allardyce, venjarin hjá Newcastle, ið annars var í puljuni av áhugaðum avloysarum hjá Sven Gøran Eriksson, tá hesin var sekkjaður fyri umleið einum ári síðani.

Tessvegna sær tað enn meira greitt út, til at tað verður ein útlendskur venjari, ið fer at taka við starvinum á rokmikla plássinum í Onglandi.

José Mourinho er enn favorittur hjá veddingarfyritøkum.